Óvanliga stórur áhugi fyri einum landsdysti

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Tað lættir væl um hjá FSF-starvsfólkunum, at tað longu er útselt

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við aðalskrivaran í Fótbóltsambandi Føroya, Virgar Hvidbro á Rás2 fyrr í kvøld.

 

Aðalskrivarin fegnast um stóru undirtøkuna, sum hevur elvt til, at øll 4.800 atgongumerkini til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland longu eru útseld. Góða úrslitið seinast, tá Føroyar vunnu 1-0, og góða gongdin hjá føroysku landsliðsspælarunum í Danmark, og í Ìslandi hevur gjørt sítt til, at tað er ein óvanliga stórur áhugi fyri landsdystinum ímóti Grikkalandi, sum verður spældur leygarkvøldið 13. juni klokkan 19.45.

 

Tað lættir eisini væl um hjá starvsfólkunum í Fótbóltssambandinum, at undansølan longu er avgreidd. Í FSF-húsinum hava tey eisini stóra gleði av einari nýggjari, talgildari skipan, sum ger tað møguligt at senda ein teldupost til tey, sum hava keypt atgongumerki á netinum. Keypararnir taka so og prenta út atgongumerkini sjálvi heima við hús. Hetta sparir FSF-umsitingini nógva tíð, umframt, at tað er høggligari fyri viðskiftafólkini eisini.

 

Virgar undirstrikar, at tað gevur ikki teimum vøkunætur, at B36 hevur keypt 90 atgongumerki í einum tiltaki, sum skal vekja áhuga fyri landsdystinum á sjálvum dystardegnum.