- Vit hava ikki sæð hetta áður, men tað kann bara vera ein forkláring.
Tað er niðurstøðan hjá Michael Gram, brunaserfrøðingi hjá løgregluni í Føroyum, sum nú hevur kannað, hví eldur kom í bakaríið hjá Miðberg í Saltangará fríggjakvøldið.
Hann sigur, at einasta orsøkin kann vera, at eldurin kyknaði í feitti, sum hevði sett seg í eitt rør í luftreinsiskipanini við ein av bakarovninum.
Michael Gram sigur, at hann tað er einki sum bendir á skammlop, ella annað elektrisk brek, og tað er heldur ikki nakað, sum týðir upp á, at nakað annað var galið.
- Einasti møguleiki, sum er eftir, er, at eldur er komin í feitt, sum hevur sett seg í rørið, eftir nógv ár, tí tað kann gerast rættiliga heitt, sigur politisturin.
Hann sigur, at hetta er heilt óvanligt, tí hann hevur ikki sæð slíkt áður. Eldur hevur áður verið í rørum frá roykhettum, og øðrum, men tá er eldurin kyknaður í onkrum, sum hevur staðið á komfýrinum, og so hevur hann breitt seg ígjøgnum rørini í sambandi við roykhettuna.
- At heldur beinleiðis kann kykna upp inni í einum metalrøri, havi eg ikki sæð áður, sigur hann.
Hann heldur, at tískil kann tað vera eitt hugskot hjá bakarum, og øðrum, sum hava slíkar skipanir, ið eru gamlar, at kanna tær, og kanska reinsa, so at eldur ikki skal koma í.
Tað var fríggjakvøldið, at boðað var frá eldi í bakarínum hjá Miðberg. Ein rennari varnaðist nógvan royk, men tá ið hann fór nærri, høvdu tey í bakarínum eisini varnast eldin. Sostatt varð hann fráboðaður, áðrenn hann gjørdi so stóran skaða, men roykur og vatn hevur kortini elvt til fitt av skaða
Les eisini: Eldur í Miðberg Bakaríi
Les eisini: Kyknaði á Ovasta lofti