Gerard Pique hevur í dag boðað frá, at hann gevst við fótbólti og hansara seinasti dystur verður leygardagin á Camp Nou.
- Eg vil gjarna fortelja tykkum, at eg hevði tikið eina avgerð um at gevast við fótbóltinum. Eg havi altíð sagt, at tað verður einki felag aftaná FC Barcleona – og soleiðis verður tað. Dysturin leygardagin verður mín seinasti, sigur Gerard Pique á sosialu miðlunum.
35 ára gamli miðverjin hevur verið umstríddur í seinastuni, tí hann og konan, kenda kolumbianska songkvinnan Shakira, eru farin hvør til sítt, eftir at hann hevði skikkað sær minni pent.
Dysturin móti Almeria verður tann seinasti hjá Gerard Pique, sum hevur spælt 615 dystir og skorað 53 mál fyri FC Barcelona. Hann er heimsmeistari við Spania, Champions League vinnari og áttafaldur spanskur meistari við FC Barcelona.
Hann hevur ikki spælt nógv í ár og fleiri meta longu, at hann er ein boð upp á ein komandi forseta í felagnum.











