Tað verða eftir øllum at døma argjamenn, sum óvæntað koma at fáa gleði av Jóan Símun Edmundsson í 2014. Bæði HB og B36 hava verið í dystinum um landsliðsframherjan, men nú bendir alt á, at triðja høvðusstaðarfelagið í besti deildini hevur yvirhálað hini feløgini í kappingini um Jóan Símun.
Les eisini: Føroyskt felag fær Jóan Símun
Formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen, hevur onga viðmerking til tíðindinii kvøld. Keldir hjá in.fo vilja verða við, at Jóan Símun tíðliga í morgin skrivar undir sáttmála við AB.
Umframt hini bæði høvðusstaðarfeløgini, so hava lið sum B68, Vikingur og EB/Streymur verið inni í myndini, og helst eisini KÍ eitt skifti.
Tað er ógreitt hvussu langan sáttmála talan er um, men helst kemur landsliðsframherjin at hava møguleika at skifta til útlendskt lið í summar.
AB hevur í longri tíð arbeitt við at fáa ein áleypara til felagð, og nú tykist eydnan hava verið við argjamonnum, sum hava sent tveir spælarar, sum hava verið til royndarvenjing, retur aftur.