Ov víðgongdar anti-trust reglur

Tað sigur Johnny í Grótinum, ið eisini sær nógv gott í nýggja uppskotinum hjá samgonguni

Herdu anti-trust reglurnar, ið samgongan leggur upp til í uppskotinum um eina fiskivinnunýskipan, hava elvt til nógv kjak. Serliga hevur reiðarin Hanus Hansen tosa nógv um, at hann eftir øllum døma má sleppa sær av við skip og flakavirki, tí hann eftir øllum at døma er ov stórur eftir ætlanunum, ið fiskivinnunýskipanin leggur upp til.

 

Høgni Hoydal, landstýrismaður í fiskvinnumálum, hevur fleiri ferðir víst hesum aftur. Høgni Hoydal sigur, at tað er ikki soleiðis, at landstýrið vil lóg vil minka um fyritøkurnar í Føroyum og tískil er lagt inn, at fyritøkur, ið høvdu ræði á meir enn mest loyvda áðrenn 31.12.2017, ikki skulu minka, men heldur ikki sleppa at vaksa meira.

 

Johnny í Grótinum, ið var formaður í fiskivinnynýskipanarbólkinum, heldur, at uppskotið frá samgonguni um eina fiskivinnunýskipan hevur nógvar góðar ætlanir í, men hann heldur, at reglan um anti-trust er ov víðgongd.

 

- Grundleggjandi parturin við útluting, har søgulig rættindi vera kombinera við uppboð er heilt ok. Hetta er í samsvar við kombinatiónsleistin, sum eg havi mælt til fyrr. Semjusøkjandi, tryggir karmar fyri vinnuna og í síðsta enda eisini gott fyri landskassans inntøkur frá fiskivinnuni, sigur Johnny í Grótinum.

Tó heldur fyrrverandi formaðurin í nýskipanarbólkinum, at anti-trust reglan, ið samgongan leggur upp til, líkist meir einum politiskum ynski, heldur enn einum neyðugum átaki.

 

- Avmarkingarnar viðvíkjandi anti-trust eru sera skaðiligar bæði fyri vinnufyritøkurnar, virðisskapanina og landskassans inntøkur. Heilt ítøkiliga ávaraðu vit í frágreiðing okkara, politisku skipanina ímóti at seta ov harðar avmarkingar fyri stødd av fiskirættindahavarum, tí hetta forðar fyri stórrakstrarfyrimunum, sum fiskivinnufyritøkur í øllum heiminum jagstra fyri at vera kappingarførar.

 

Verandi uppskot setur ein kíla í víðarimenningina av fýra navngivnum vinnufyritøkum Framherja, JFK, Vinnan og Christian í Grótinum, sum allar eru omanfyri ásettu mørkini. Hetta vil avgjørt ikki elva til størri virðisskapan, sigur Johnny í Grótinum.

 

Johnny í Grótinum sigur víðari, at upprunaliga orsøkin til, at anti-trust reglur blivu settar í verk í USA var fyri at verja brúkaran móti stórum valdsmiklum monopolum, sum knokkroyttu brúkaran við ov høgum prísum á teirra vørum og tænastum. Hann heldur hetta tó ikki verða viðkomandi lóggáva fyri føroysku fiskivinnuna.

 

- Í fyrsta lagi tí brúkarin er ein fish-and-chips keypari í London, sum vit ongan áhuga hava í at verja. Og í øðrum lagi tí okkara fiskivinnufyritøkur eru bert ein viðfáningur í mun til stóra altjóða marknaðin fyri fiskavørur, sigur Johnny í Grótinum.

 

Sambært Johnny í Grótinum, so sær tað út til, at tað er eitt politiskt ynski um at fáa anti-trust reglur inn í skipanina fyri at forða fyri eini størri miðsavnan.

 

- Í frágreiðing okkara vísa vit á, at størsta íslendska fiskivinnufyritøkan selur fyri slakar 5 mia.kr árliga og er bert 38. størsta fiskivinnufyritøkan í heiminum. Til samanberingar selur Vinnan í Gøtu fyri slaka milliard krónur árliga.

 

Politiska ætlanin um at seta í verk anti-trust avmarkingar í føroysku fiskiveiðu er soleiðis drivið av einum ynski um at forða fyri, at stóru fiskivinnufyritøkurnar blíva ov stórar og fáa ov stórt politiskt vald.

 

Men tað finnast nógvar skilabetri loysnir upp á at forða fyri korruptión, eitt nú við at skapa gjøgnumskygni.

 

Eg má sum búskaparfrøðingur í øllum førum frábiðja at vera spentur fyri tann vognin, at vit hava mælt til áseta mørk fyri stødd á fiskivinnufyritøkum, tí í nýskipanarálitinum ávaraðu vit hinvegin ímóti júst hesum, sigur Johnny í Grótinum.