Hóast Finnur Hansson enn einaferð vísti seg sum størsta hóttanin hjá StÍF, so var hann ikki heilt nøgdur við sítt spæl mikukvøldið.
- Fyrst og fremst, so eru vit skerdir av, at Jakob, Sveinur og Leivur ikki eru við. Tað eru spælarar, sum veruligur saknur er í.
Og tá kemur kanska ov nógv at hvíla á tær?
- Eisini tað, men eg haldi nú ikki, at eg fekk nóg nógv burturúr. Í øllum førum skal skoringsprosentið vera væl hægri, enn tað var í dag, helt Finnur.










