Ov tíðliga at spæla dyst klokkan 12

Rooney dámar ikki pasta á middegi. Tí er hann ikki serliga glaður fyri at spæla dystir um middagsleitið.

 

Hann var á vøllinum, tá Manchester United vann 1-0 móti Everton á Goodison Park tíðliga leygardagin.

Hesin dysturin byrjaði klokkan 12.

- Eg má bara siga, at tað er ikki gott fyri nakran spælara at byrja ein dystin klokkan 12, skrivar Rooney á Twitter-profili sínum

Og hann leggur aftrat: - Royn og stappa pasta í teg klokkan níggju um morgunin. Tað er í øllum førum ikki hugnaligt!

Orsøkin til teir mongu dystirnar árla á degi er, at alt fleiri og fleiri dystir verða vístir í sjónvarpinum.

Hesin trupulleiki ger seg ikki bert galdandi í Onglandi, men er eisini eitt sum aðrar fótbóltstjóðir vita alt um.