Alt fleiri lokalpolitikarar og kommunur í Noregi seta nú krav um null rýming og null útlát, tá ræður um laksaaling. Men, tøknin er ikki komin nóg langt til, at hetta er møguligt, sigur granskari við norska kringvarpið, NRK.
Granskarin í Norfirma, Åsa Maria Espmark, heldur ikki, at møguligt er at ganga hesum krøvum á møti - ikki í løtuni.
- Norskir myndugleikar hava sum mál at veksa munandi um laksaframleiðsluna, men ætlaði vøksturin kann ikki fara fram í afturlatnum ella partvís afturlatnum alibrúkum.
Åsa Maria Espmark sigur, at slík aling hevð verið ov trupul og kostnaðarmikil.
Í fjør gekk Tromsø á odda og segði nei til aling í opnum nótum, og fleiri kommunur hava fylt Tromsø eftir.
Alifelagið Vardiar við fótbóltsspælaranum, Morten Gamst Pedersen, sum einum av eigarunum, møtti fyrst mótstøðu í Vardø.
Felagið vendi sær tískil til grannakommununa Vadsø, men har vildi tann eini av kommunustýrislimunum, Farid Shariati, sum umboðar umhvørvisflokkin, seta somu treytir, sum kommunan í Tromsø.
Men, í Vardsø hevur Morten Gamst Pedersen sambært NRK kortini meirilutan av kommunustýrislimunum í parti við sær.
Nýtslan av lúsaheilivági í norsku alivinnuni er minkað seinnu árini, og Øyvind Haram í felagnum, Sjøamt Norge, vísir á, at teir hava tikið í brúk lasara sum "skjýtir" laksalús.
Øyvind Haram viðgongur, at alivinnan noyðist at skerpa átøkini móti rýming úr alinótunum, men heldur, at trupulleikin við dálking er yvirdrivin og misskiltur.