Ov stutt tíð fráliðin

Nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum heldur ikki, at úrslitið av veljarakanningini er vánaligt fyri flokkin, sjálvt um hann hevur afturgongd. Hann vísir á, at Fólkaflokkurin hvørja ferð hevur havt afturgongd eftir eitt formannskifti

Veljarakanning

 

Veljarin hjá Fólkaflokkinum er kritiskur og vil fyrst síggja dugin í einum nýggjum formanni, áðrenn hann ger av, um flokkurin skal hava atkvøðuna. Hetta er svarið hjá nýggja formanninum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, upp á spurningin, um hann hevur nakað boð uppá, hví Fólkaflokkurin fer aftur við 2,2 prosentum í mun til seinasta løgtingsval. Úrslit vildi merkt, at flokkurin misti ein tingsess og fór niður í seks tinglimir.

Tølini koma fram í eini nýggjari veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Javnaðarflokkurin hevur nógv ta størstu afturgongdina upp á 3,4 prosent, og næststørsta afturgongdina hevur altso Fólkaflokkurin.

Bert Sambandsflokkurin av samgonguflokkunum verjir borg og fær júst somu undirtøku sum til seinasta val.

Jørgen Niclasen heldur tað vera ov tíðliga at gera niðurstøðu um ávirkanina av formannsskiftinum, tí tað er bert ein góður mánaði, síðani hann avloysti Anfinn Kalsberg sum floksformann.

- Sjálvt um vit hava afturgongd, so haldi eg pílarnir venda rætta vegin. Vit eiga at minnast til, at veljarakanningar altíð vísa eitt verri úrslit fyri bæði Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, enn sjálvt valið vísir. Tí óttist eg als ikki fyri, at hetta verður úrslitið á valdegnum. Hinvegin eru veljarakanningar altíð betri fyri Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin, enn sjálvt valúrslitið hjá teimum, sigur Jørgen Niclsen.

Vágatingmaðurin er tann sætti formaðurin hjá Fólkaflokkinum, og tað hevur verið galdandi fyri allar fimm undangongumennirnar, at flokkurin hevur havt afturgongd á tí fyrsta løgtingsvalinum aftaná.

- Vit vita, at fólkafloksveljarar eru kritiskir og vilja viga floksformannin ta fyrstu tíðina. Skuldi tað hent, at vit fingu eitt betri val enn seinast, so skrivi eg søgu, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vónar og væntar, at Fólkaflokkurin, sum sambært veljarakanningina fær 18,4 prosent, fer at megna at koma upp um 20 prosent á sjálvum valdegnum.

- Eg haldi, at sjálvt um vit fara aftur í kanningini, so týða tølini kortini upp á eitt ávíst nøgdsemi við linjuna hjá flokkinum, sigur Jørgen Niclasen.

 

Vánaligt samgongustev

Hóast stóru afturgongdina hjá Javnaðarflokkinum og nakað minni afturgongd hjá Fólkaflokkinum, so heldur formaðurin í Fólkaflokkinum ikki, at samgongan er dumpað kortini. Hann ivast tó stórliga í, at tað vera sitandi samgonguflokkar, ið koma at halda fram í eini nýggjari samgongu.

- Tey fyrstu trý og eitt hálvt árini hevur stevið verið sera gott í samgonguni, men í seinastuni hevur verið verri, tí arbeiðshátturin hjá ávísum sambandsmonnum ikki hevur verið serliga loyalur mótivegis samgonguni, sigur Jørgen Niclasen.

Var tað skeivt av Magna Laksáfoss at vísa á, at hann er ímóti Sandoyartunlinum, og av Edmundi Joensen at seta uppskot fram um eitt valdømi?

- Eg meini ikki, tað var skeivt at taka málini upp, men hetta átti at verðið gjørt innanhýsis í samgonguni, áðrenn mann fer út og koyrir sjálvdrátt. Illoyalitetur gevur kanska atkvøður, men ikki úrslit í einum politiskum arbeiði, sigur Jørgen Niclasen.

Tú ert formaður fyri einum av teimum størru flokkunum, sum oftani hevur sitið í samgongu tey seinastu nógvu valskeiðini. Hevur tú ambitiónir um at gerast løgmaður eftir komandi val?

- Sum politikari havi eg altíð tikið flokkin fram um mín egna persón, og tað ætli eg mær framvegis at gera. Tað er týdningarmiklari at hava politiska ávirkan, enn júst hvat politiskt álitisstarv, ein fær, sigur Jørgen Niclasen.

Floksformaðurin hjá Fólkaflokkinum ivast ikki í, at flokkurin hevur góðar møguleikar fyri aftur at koma í samgongu eftir komandi val.