Ov stór lønarkrøv føra til uppsagnir

? Fakfeløg eiga at vísa hóvsemi í lønarkrøvum og heldur lata landsstýrið lækka avgjøld skattir, sigur Sámal Petur í Grund

? Eg eri púra samdur við Karsten Hansen, at avleiðingarnar av ov stórum lønarkrøv verða uppsagnir.

Sámal Petur í Grund, formaður sjálvstýrisfloksins, mælir fakfeløgum til at vísa hovsemi í lønarkrøvunum.

Hann er púra samdur við Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, at taðfer at førauppsagnir við sær, um lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum sum heild hækkaðar eftir tí seinasta semingsuppskotinum ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið, tvs, 6,5%.

? So skal lønarkarmurin hjá tí almenna hækka 85 milliónir um árið og tað er óhugsandi, sigur formaður sjálvstýrisfloksins.

? Tað ræður um at tryggja landskassan. Tí ber ikki til at hækka almennu útreiðslurnar hvørja fer inntøkurnar hjá landskassanum veksa.

Avleiðingin av ov stórum lønarhækkingum verða tískil uppsagnir. Og tað er eisini stak óheppið, tí tað eru ikki nóg nógv fólk í almennu umsitingin, sum er.

Hann sigur, at ov høg lønarkrøv kunnu verða rís til egnu reyv, tí skulu tær ikki føra uppsagn tær verða atvoldin til, at skattir og avgjøld mugu hækka fyri at kunna varðveita støðið í almennu umsitingini.

? Men tað hevur avgjørt ikki verið ætlanin hjá hesi samgonguni.

? Endamálið hevur tvørturímóti verið, at lækka avgjøld.

Hann vísir eisini á, at tað er væntandi, at tann privati arbeiðsmarknaðurin fer at fylgja tí almenna.

? Og ov stórar lønarhækkingar á privata arbeiðsmarknaðinum fara at gera kappingarførið okkara verri. Tær almennu útreiðslurnar kunnu heldur ikki vaksa ov nógv afturímóti inntøkunum hjá tí privata vinnulívinum.

Hann sigur, at tí hevur tað ómetaligan týdning, at vísa hóvsemi í lønarkrøvunum.

?Ístaðin fyri ov stór lønarkrøv, áttu fakfeløgini at hildið aftur og at givið landsstýrinum møguleika fyri at koma við lækkingunum í skattum og avgjøldum, sum landsstýrið hevur boðað frá. Tí tað hevði ført við sær, at tann tøka lønin hjá fólki hevði hækkað, og tað er tað, sum hevur týdning.

? Og fyri samfelagið er tað betri, at økja keypiorkuna við at lækka skattir og avgjøld, heldur enn at hækka lønirnar.


Ikki enn

Annars heldur Sámal Petur í Grund, at enn kann tað ikki verða talan um, at løgtingið skal leggja uppí verkfallið á almenna arbeiðsmarknaðinum.

? Ein politisk uppílegging kann ikki koma uppá tal fyrrenn semingsmenninir hava givið skarvin yvir -og tað hava teir ikki enn.

? Men geva teir uppat, liggur bólturin hjá løgtinginum.

Men hann væntar ikki, at semingsmenninir geva uppat enn. Tí hann heldur, at tað eigur at kunna samráðast víðari útfrá tí seinasta semingsuppskotinum.