Tað vóru nógv, ið gleddu seg til at síggja blóðmánan í nátt og tíðliga í morgun. Men veðurgudarnir vóru ikki við føroyingum hesa ferð, og tað var yvirskýggjað um alt landið.
Tað sá annars lovandi út í gjárkvøldið og út ímóti midnátt. Fullmánin var bjartur og vakur, og tað tóktist ikki, sum nakað skýggj kundi taka glansin frá mánanum. Men sum náttin gekk, gjørdist tað meira og meira yvirskýggjað, og um 03 tíðina tóktist tað púra vónleyst at síggja nakað í meginpartinum av landinum.
Føroyingar mugu bíða til næstu ferð, full mánamyrking verður at síggja í Føroyum - tað verður 16. mai í 2022, sambært norsku veðursíðuni, Timeanddate.
Men mánamyrking var eisini aðrastaðni í heminum. Fyribrigdið var sjónligt í øllum Amerika og partum av Evropa og Afrika. Niðan fyri eru nakrar myndir frá í morgun.
Sum skilst hava nøkur fá sæð blóðmánan ymsa staðni kring landið. Um tú sást blóðmánan í gjár, vilja vit fegin hoyra frá tær og síggja myndir - send inn til red@in.fo.