Drekkivatn
Herfyri frættist, at vatnið úr Havnardali er so skitið, at tað ikki er drekkandi ikki uttan so, at tað fyrst er kókað.
Tað var Fiskavirking í Havn, sum fyri summarfrítíðina varnaðist, at vatnið úr Havnardali ikki var í lagi. Fiskavirking bað Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um at kanna vatnið. Kanningarnar vístu, at vatnið ikki er nóg reint hvørki sum drekkivatn, ei heldur til framleiðslu at matvøru.
Dimmalætting visti at siga, at hóast vatnið er dálkað, hevur Tórshavnar kommuna ikki mælt borgarunum, sum fáa vatn úr Havnardali, til at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið.
Fokus á drekkivatn
Dánial K. Christiansen, sum starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, váttar, at stovnurin við sínum kanningum hevur staðfest størri nøgdir av koliforma-bakterium í vatninum úr Havnardali, enn landsstýrið í kunngerð loyvir.
- Landsstýrið hevur í kunngerð staðfest krøvini til vatn hjá fiskavirkjum, og hesi krøv eru tey somu, sum eru galdandi fyri drekkivatn eftir definitiónini hjá ES.
Dánial vísir á, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan aftur hevur sett fokus á drekkivatnið og er farin undir at kanna drekkivatnið í ymisku kommununum kring landið.
- Tá ið vatnið ikki lýkur krøvini í kunngerð landsstýrisins, fáa kommunurnar at vita, at tær skulu heita á borgararnar um at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið. Kommunurnar fáa somuleiðis at vita, at tær skulu taka neyðug stig til tess at fáa vatnið í lagi.
Neyvari kanningar
Hann sigur, at laboratoriið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni nú betur er ført fyri at finna út av, hvussu støðan við vatninum er.
- Vit hava lagt um til eina nýggja "metodu", sum er meira árvakin fyri hesum bakterium, sum serliga gera seg galdandi kring um landið, har vatnið liggur "opið". Hetta merkir, at vit skjótari kunnu staðfesta trupulleikan og ikki, at krøvini eru vorðin lakari, nú lættari er at staðfesta bakteriurnar. Eg vil heldur siga, at krøvini til drekkivatn - og til matvøruframleiðslu - við hesum eru herd, tí nú noyðast kommunur og virkir skjótari at taka stig til at loysa trupulleikan, sigur Dánial.
Hann vísir á, at laboratorið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni arbeiðir óheft av tí partinum av stovninum, sum umsitir matvørulógina.
- Laboratoriið ger kanningar av vatni fyri kommunur og viðskiftafólk. Tey, sum biðja um kanningarnar, fáa eisini úrslitini, soleiðis at tey vita, hvussu støðan er.
Kókið drekkivatnið!
Dánial vísir á, at har drekkivatn liggur opið og ikki verður reinsað, er tað altíð ein góður máti at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið.
- Sjálvt um kommunur hava reinsiverk, er ikki vist, at henda skipan er nóg góð allar tíðir av árinum. Ein reinsiskipan er ikki betur enn so, at neyðug er at ansa ógvuliga væl eftir, at hon virkar og megnar at nøkta tann tørv, sum er. Sostatt eigur ein slík skipan at hava eina nøktandi og leypandi stýring. Stýringin eigur at siga frá, áðrenn ov nógvar bakteriur eru komnar í vatnið. Tað er ov seint, um stýringin ikki sigur frá, fyrr enn fólk eru vorðin sjúk.
Hann sigur, at koliforma-bakteriurnar serliga stava frá skarni.
- Talan kann bæði vera um skarn frá dýrum og menniskjum, og bakteriurnar finnast í øllum yvirflatuvatni, sigur Dánial K. Christiansen, sum vísir á, at hóast vatnið ikki lýkur neyðug krøv, nýtist tað kortini ikki at merkja, at tað er heilsuskaðiligt.
- Men tað er betur at vera fyrivarin, leggur hann at enda aftrat.