Ov óansin við teldunum

Føroya Tele heldur, at ov nógvir brúkarar leggja ov lítið í at verja sínar teldur

 

 

Í vikuni var órógv á internet-sambandinum hjá føroyskum brúkarum. Á Føroya Tele funnu tey týskvøldið fram til eitt viðskiftafólk, sum óvitandi var orsøk til álop á internet-krevið, og í tíðindaskrivi verður sagt, at ein hugsandi orsøk til hetta er, at kundin ikki hevði dagførda verju á telduni.

 

- Talan er um eitt sokallað DDos-álop, ið hevur órógvað føroyska internetið. DDos stendur fyri Distributed Denial of Service og er eitt álop, sum við vilja ovbyrjar netið, so tað tippist. Til endamálið verður eitt óndsinnað forrit brúkt, sum leggur seg á aðrar teldur, skrivar Føroyar Tele á heimasíðu sínari.

 

Føroya Tele staðfestir, at tað eru hundraðtals føroyskar teldur, ið eru smittaðar við DDos-líknandi virus, og at hetta fleiri ferðir hevur elvt til trupulleikar við netinum. Eitt nú í apríl í 2013, tá eitt slíkt álop legði føroyska netsambandið út í heim lamið í fleiri tímar.

 

Føroya Tele sigur at enda, at tey dagliga skráseta upp í 1.000 hendingar, har føroyskir brúkararr eru við til at leggja stórt trýst á netið, tí teldur teirra senda hópin av fyrispurningum til ymsar netadressur, uttan at brúkarin veit av tí.