Jón Klein Olsen greiddi í kvøld í Degi og viku frá, hvussu teir meta, at ferðsluvanlukkan er hend. Og hann staðfesti, at ferðin eftir øllum at døma hevur verið rættiliga høg. Ikki minst tí bilurin hevur ferðast somikið langan tein, eftir at hann var farin av vegnum.
Fýra fólk vóru í bilinum. Ein 17 ára gomul genta lat lív í vanlukkuni. Tríggir ungir mans vóru eisini í bilinum, og vórðu teir innlagdir á Landssjúkrahúsið.