Ov nógvir spælarar í FCK

Fullkomuliga óvænta?a stórtapi? mikukvøldi? sendi FCK úr altjó?a fótbólti, og harvi? eru uppgávurnar og avbjó?ingarnar burtur, sum n?ggju stu?ulsspælararnir vór?u ætla?ir at vera vi? til at loysa og lyfta

Ta? var orduliga dagen der på í FCK í gjár. Undan púra óvænta?a stórtapinum á heimavølli ímóti slovenska NK Gorica ásanna?i lei?slan í felagnum, at teir so smátt vóru farnir undir fyrireikingarnar til stóru avbjó?ingina, sum ta? rokna?ist at ver?a næstu vikurnar í tri?ja innlei?andi umfarinum í meistarakappingini at spæla ímóti Monaco.
Í FCK høvdu teir rokna? uttan at taka slovenska NK Gorica vi? í metingina. Slovenska li?i? klæddi mikukvøldi? FCK fullkomuliga av í Parkini. Teir vunnu 5?0, teir kundu havt vunni? uppaftur meiri, og nú eru ta? teir og ikki FCK, sum komandi mikudag á heimavølli skulu taka ímóti Monaco.
Ta? er væl skiljandi, at teir í FCK bæ?i hava fíggjarligar og ítróttarligar timburmenn. FCK er framvegis nógv best konsolidera?a fótbóltsfelagi? í Danmark. Men ta? fer at sví?a, at ongar inntøkur fara at fáast frá heimadystinum ímóti Monaco og møguligu dystunum í bólkaumfarinum ella í UEFA Cup.
Ítróttarliga er svi?in ikki minni. Í summar hevur felagi? keypt fleiri spælarar. Onkrir teirra hava kosta? nógv, og teir fáa ivaleyst stóra løn. Felagi? hevur ikki dult, at spælararnir eru keyptir fyri at styrkja um møguleikarnar í europeisku meistarakappingini. Floppi?, sum avriki? ímóti NK Gorica ver?ur sk?rt, ber vi? sær, at europeiska avbjó?ingin hjá FCK er av á hesum sinni. At teir mistu meistarakappingina á gólvi?, á?renn teir komu í tri?ja umfari?, ber vi? sær, at teir eisini mistu atgongumerkini til UEFA Cup.
Syndarliga stø?an letur ivaleyst upp fyri møguleikanum, at FCK fer at umhugsa at sleppa sær av vi? onkrar spælarar. Fyri tveimum vikum sí?ani seg?i venjarin, Hans Backe, at teir ætla?u at lata spælararnar skiftast um at spæla fyrstu mána?irnar í n?ggja kappingarárinum. Nógvu dystirnir fóru at bera vi? sær, at ta? fór at gerast ov strevi? hjá teimum somu at spæla hvørja fer?, og ta? fór at síggjast aftur seinni í kappingarárinum, um summir ikki høvdu fingi? ney?ugu dystarvenjingina, me?an a?rir fóru at ver?a moyrir og kanska skaddir.
Nú ver?a dystirnir brádliga nógv færri. Ta? vil vi? ø?rum or?um siga, at ta? er ikki ney?ugt at skifta so nógv út. Harvi? kann hugsast, at FCK skjótt fer at lúka í hópinum. Hvørjir fara at ver?a seldir, og hvagar teir skulu seljast, hevur einki enn veri? at hoyrt um.

Eingin svongd
Í FCK og ikki minst í donsku pressuni rannsaka teir avriki? ella rættari ta?, sum skuldi havt veri? eitt avrik, men sum gjørdist til einki. FCKarnir stíddust ikki, teir vóru ikki í nærdystum, teir vóru tungir í verjuni, og á mi?vøllinum var eingin forma?ur, sum kundi st?ra og lyfta li?feløgunum.
Todi Jónsson var ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann kom á vøllin, tá i? ein lítil hálvur tími var eftir, tá i? Álvaro Santos noyddist at taka seg aftur orsaka av ska?a. Hvørki undan ella eftir, at Todi var komin á vøllin, hev?i FCK álopi? líkinda møguleikar at gera mál.
FCK venjarin, Hans Backe, og hansara menn vór?u ey?m?ktir. Annars trúgvu ásko?ararnir vendu teimum baki og bríksla?u teir av vøllinum.
Eftir dystarlok sta?festi venjarin, sum t?sdagin hev?i peikifingurin á lofti um, at uppgávan fór at ver?a torfør og vandamikil, at einki kemur av sær sjálvum, og hann seg?i seg ongantí? á?ur hava veri? so vónbrotnan í fótbólti:
? Okkara spælarar hava seinastu árini vunni? nógv. Ta? ber tann vandan vi? sær, at svongdin eftir at vinna meiri og harvi? hugbur?urin til at arbei?a ta?, sum krevst, ikki er so stór. Solei?is upplivdi eg hetta, ásanna?i venjarin. Hann og spælararnir høvdu n?tt nógva tí? og orku at fyrireika seg, eftir at teir á útivølli høvdu vunni? 2?1, og harvi? høvdu ella rættari hildu seg hava anna? beini? í tri?ja umfarinum.
Pressan undrast yvir, at botnstø?i? hjá FCK vísti seg at vera so lágt, sum ta? var mikukvøldi?. Pressan hev?i eisini hug at klikkja inn á venjaran og uppleggi? hjá honum. Slovenska li?i? er meistari í kontraspæli. Tá i? FCK hev?i fólki? frammarlaga á vøllinum og tóktist leggja líti? í verjupartin, var ta? matur fyri slovenararnar, og teir tóku av. Fimm fer?ir fingu teir mál, og teir kundu havt skora? uppaftur fleiri fer?ir.
Í gjár hittust teir í FCK aftur. Tá fóru teir undir fyrireikingarnar til landskappingardystin leygardagin ímóti Viborg. Sárini eru nógv, og brekkan er brøtt og harvi? tung, á?renn FCK aftur hevur møguleika at royna seg í altjó?a høpi.