Ov nógvar myntir

Felags evropeiska gjaldoyrað, evran, hevur yvirhøvur roynst væl, síðani hon kom í gildi í teimum flestu ES-londunum, men nú vísir tað seg kortini, at tær nógvu myntirnar eru ein trupulleiki.

Tær minstu myntirnar eru ein og tveir cent, sum svara til ávikavist umleið sjey og fjúrtan oyru, og nógvir ES-borgarar halda tað vera óneyðugt at hava so smáar myntir. Nógvir handlar hava gjørt sær dælt av skipanini og hava tí prísir sum 1,98 evru, men brúkararnir vilja heldur hava prísin upp á 2,0 evrur enn at dragast við tær smáu myntirnar.

Í Finnlandi tóku myndugleikarnir atfinningarnar í álvara beinanvegin, so har hava fólk ikki brúkt tær smáu myntirnar seinastu tvey árini. Niðurlendingar hava gjørt av at strika tær minstu myntirnar frá 1. september í ár, og tað hevur fingið evropeiska miðbankan at umhugsa at gevast við at gera myntir, sum eru ein og tveir cent, skrivar DPA.