- Ov nógvar feilavleveringar

Håkan Ericson er meiri nøgdur í dag við ávísar partar av spælinum, men heldur ov nógvar avleveringar raka illa

##med2##

Føroyska landsliðið hevur í dag vant á Tórsvølli, eftir landsdystin móti Lettlandi í gjár, sum endaði við javnleiki 1-1. Tað vóru bara teir spælararnir, sum spældu lítið ella einki, ið vóru á vøllinum. Eftir venjingina fekk FM1 fatur á landsliðsvenjarnaum um dystin í gjár.

- Kenslan er eitt sindur tað sama. Eg havi ikki sæð allan seinna hálvleik enn, tí eg klippi brot úr dystinum saman, og tað tekur nakrar tímar, men eg haldi kenslan er tann sama í dag. Hyggi eg bara eftir statistikkinum, so haldi eg tølini eru betri enn kenslan eg hevði í gjár. Vit vinna fleiri tvídystir og hava nøkur álop, sigur landsliðsvenjarin, sum tó fílist á ov nógvar avleveringar. 

- Mit ynskja at 85 prosent av avlevringunum skulu verða rætta, men í løtuni eru vit á 75 prosentum. So tað eru nakrar tekniskar avgerðir, og tað eru nakrar taktiskar avgerðir í álopsspælinum, sum kanska ikki eru so góðar, sigur Håkan Ericson, sum tó ikki hevur havt tíð at arbeitt við framrætta spælinum.

- Tá skal sigast, at vit næstan bara hava havt fokus á verjuspælið eftir dystin móti Danmark. Tað vóru fleiri ting, sum vit máttu rætta til eftir tann dystin. Á tí økinum gekk væl betri hesa ferð og tað eri eg nøgdur við, sigur landsliðsvenjarin.

 ##med3##

Brandur Hendriksson Olsen fór av vøllinum longu aftaná 11 minuttir. Hann setti seg brádliga niður og tóktist boða frá, at hann ikki sá ordiliga. Hann vandi við fullari ferð í dag.

- Tað er kanska ein spurningur til læknin, men vit hava tosað saman. Tað sær út til at verða eitt tilburður av migrenu. Vit hava mugu um tað var nakað í einum nærdysti stutt frammanundan, men har var einki, sigur Håkan Ericson, landsliðsvenjari.

Føroyar spæla móti Andorra týskvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá klokkan 19. Dagurin verður merktur av landsliðsfótbólti, tí U21-landsliðið spælir móti Montenergo týsdagin klokkan 17. Tað verður landsliðsdámur á FM1 allan dagin. Upptakt til landsdystirnar verður millum klokkan 15 og 17. Síðani verður beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum og A-landsdystinum, umframt 3. Hálvleikur aftaná.

##ms##

FM1: Samrøða við Håkan Ericson