Eitt spanskt blað skrivar, at tað vóru fleiri milliónir ov nógvar atkvøður á forsetavalinum í Iran herfyri Okkurt bendir nú á, at alt fór ikki rætt fram á forsetavalinum í Iran tann 12. juni. Tað heldur í hvussu er spanska blaðið El Pais.
Blaðið skrivar í dag frá vælvitandi keldum, at í 50 býum vóru alt ov nógvar atkvøður, og at talan kann vera um tríggjar milliónir atkvøður ov nógv. Sagt verður, at talið kann vera uppaftur størri, tí sambært kæruni, sum teir iransku myndugleikarnir hava fingið, var valsvik í 170 býum.
Mir Hossein Mousawi, sum tapti forsetavalið, hevur kravt, at atkvøðurnar verða taldar umaftur, men myndugleikarnir siga, at teir fara at kanna 10 prosent av atkvøðunum.