HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe, var sjálvandi alt annað enn nøgdur um tapið fyri Skála. Men hann ásannaði samstundis, at HB-avrikið ikki hevði verið nóg gott.
- Eg haldi vit byrja væl, men tá teir fáa tvey mál eftir deyðbóltsstøður, steðga vit púrasta upp.
Men tit svara aftur alt fyri eitt. Átti tað ikki lyft tykkum nakað?
- Tað skuldi mann trúð, men tað hendi bara ikki. Vit royna sjálvandi at fáa bóltin niðaneftir, men vit skapa alt ov lítið, og so fært tú ikki mál, helt hann.
HB hevur nú tíggju dagar at koma fyri seg aftur, men í løtuni eftir tapið tóktist ikki, sum hevði liðskiparin orku at hugsa um hetta.
- Nú mugu vit fyrst finna útav, hvussu nógv leikbann vit fingu í dag - har vóru helst nøkur. Men annars mugu vit so bara royna at koyra víðari og koma aftur sum skjótast, helt hann.
Og so kunnu vit hóskandi leggja afturat, at leikbannini nú ikki vórðu so nógv kortini. Jákup á Borg rakti sínum fimta korti, og hann er tí ikki við næstu ferð. Men í aðrar mátar skuldu allir verið tøkir.