Ov nógv gjørt burtur úr svínasóttini

Teir flestu meksikanararnir, sum fingu svínasótt, eru nú frískir og eru slopnir av sjúkrahúsunum, sigur meksikanski forsetin Felipe Calderon, forseti, segði í gjárkvøldið, at meiri enn 800 fólk hava fingið at vita frá læknunum, at tey eru frísk nú, og umleið 400 verða kannað í løtuni fyri at fáa staðfest, um tey eru smittað.

Í gjár varð sagt,at smittan longu staðfest í USA, Kanada og Ný Sælandi, og at myndugleikarnir í Spania og Fraklandi kannaðu, um smittan eisini var komin hagar.

Meksikanar í milliónatali hava hildið seg innandura, eftir at tað kom fram, at svínasóttin hevur kravt 81 mannalív har.

Felipe Calderon, forseti, vissaði í gjárkvøldið meksikanska fólkið um, at sjúkan kann lekjast við heilivági, og hann segði, at myndugleikarnir hava nóg mikið av heilivági á goymslu.