Bæði í gjár og í dag hevur ferðslupolitiið verið úti og mált ferðina hjá bilum.
Í morgun var politiið í Kollafirði. Tveir bilførarar fingu treytaða frádøming av koyrikortinum, tí ferðin í bygdum øki var oman fyri 80 km um tíman. Tveir fingu klipp í koyrikortið, og ein fekk bót.
Í gjár var ferðslupolitiið Millum Fjarða. 17 mál vórðu skrivað, og sjey vóru fyri ov nógva ferð.










