Brot úr samrøðu við Magna Laksáfoss í Vikuskiftis Sosialinum, sum er til keyps nú.
Tað var nú ikki reiðiliga skelkandi tíðindi, tá ið Magni Laksáfoss síðsta dagin í mars boðaði frá, at hann fór úr Sambandsflokkinum. Givið er slíkt óvæntað fyri summi, men kortini hevur verið eyðsæð alt valskeiðið, at Magni Laksáfoss mangan hevur havt aðrar hugsanir í politiskum málum, enn flokkur sín hevur. Men fyri tingmannin sjálvan tykist tað sum, at øll onnur hava vitað meira enn hann.
- Eg havi hoyrt nógv fólk siga, at tey væntaðu tað altíð. Men eg havi so sjálvur verið sera ivasamur, sigur Magni Laksáfoss.
Hann er tann triði av teimum, sum vórðu vald við valið 1. september í 2015, sum nú kann kalla seg fyri leysan frá nøkrum politiskum flokki. Og tað tekur eina løtu hjá honum at greiða frá kensluni, nú Sosialurin hittir hann fýra dagar eftir almennu fráboðanina.
- Eg havi hug at siga, at tað kennist sum eg eri sloppin av við eitt haft. Also tað er ikki ein byrða sum er farin mær. Men meira ein kensla av frælsi. Eg fór inn í politikk aftur við einum einasta endamálið – tað var at vera við til at fremja tær nýskipanir, sum eg haldi samfelagið hevur tørv á. Og tá ið so eg ferð eftir ferð havi upplivað, at Sambandsflokkurin ikki vil broytingar, so kennist tað sum ein stór byrða fyri meg. Ella eitt meiningsloysi, har eg fór at ivast í, hvat endamálið var við tí arbeiði eg gjørdi. Og nú sleppi eg undan tí, og tað er tað, sum kennist frælst, sigur Magni Laksáfoss.
Magni Laksáfoss er, sum flestum kunnugt, eisini virkin í skótalívinum. Og nú prátað verður um politisku støðuna í Føroyum, heldur tingmaðurin fyri, at skótahugsjónin átti at verið við í føroyskum politikki. Hendan hugsjónin, sum sigur, at hóast vit eru kappingarneytar, so koma vit á mál saman.
- Vit hava alt ov nógva fótbóltshugsan inni í politikki. Tí tað er bara ein náttúrulóg í politiska landslagnum í Føroyum, at flokkarnir ikki kunnu vinna nakað í felag. Um samgongan fær til dømis fiskivinnunýskipanina ígjøgnum, so vinnur samgongan, og andstøðan tapir. Tað var orsøkin til, at Sambandsflokkurin ikki vildi vera við í semju um fiskivinnuna – man helt tað vera ógjørligt, at báðir partar kundu vinna í sama dysti, sigur Magni Laksáfoss.
Og tað er hetta ”null-sum” spælið, sum Magni Laksáfoss ikki vil spæla við í.
- Eg plagi at siga, at tað er ikki eitt samfelag fyri andstøðuna og eitt samfelag fyri samgonguna. Tað er bara eittans samfelag, og vit tingfólk eru vald inn fyri at gera tær broytingar, sum vit halda eru neyðugar. Tá kanst tú ikki hugsa so, at tað ikki ber til at vinna, tá bæði samgonga og andstøða standa saman um onkrar broytingar, sigur Magni Laksáfoss.
Hann vísir á, at meðan summi kundu fingið hug til at kalla hendan hugsunarháttin fyri naivan, so er veruleikin, at slíkt ber til í londunum, sum vit samanbera okkum við.
- Vit síggja í Danmark og í londunum kring okkum, at semjur mangan verða gjørdar tvørturum miðjuna. Í Føroyum hava vit tó valt at skilja politisku skipanina so, at andstøða og samgonga ongantíð kunnu arbeiða saman, tí báðir partar kunnu ikki vinna sama dyst. Tað er ov nógv fótbóltshugsan í tí, sigur Magni Laksáfoss.