- Ov nógv arbeiði hongur á ov fáum læknum

40 prosent av føroyingum hava ongan fastan kommunulækna

- Alt ov nógv arbeiði hongur á ov fáum læknum. Bara seinastu mánaðirnar eru tveir læknar farnir í farloyvi og ein hevur sagt seg úr starvi. Um støðan ikki broytist, so kann væntast, at fleiri gera tað sama.


Tað sigur Katrin Rubek Nielsen, kommunulækni í Havn og nevndarlimur í Kommunulæknafelag Føroya, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin.


Í blaðnum verður sjóneyka sett á kommunulæknaskipanina, nú umleið 40 prosent av føroyingum ongan fastan kommunulækna hava. Serliga er tað í Eysturoynni og Norðoyggjum, at tað er trupult at manna viðtalurnar.


Tað leggur eitt trýst á teir læknar, ið eru í føstum starvi, og føla, at tey ikki megna at røkja sítt arbeiði til fulnar.


Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið.