Ov mangir útlendingar í Fraklandi

Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, lovar nú at skipa so fyri, at munandi færri útlendingar skulu sleppa til Fraklands. Tað ætlar hann at seta sær fyri, um hann verður afturvaldur til forseta.

-Vit hava ov mangar útlendingar í Fraklandi, og verði eg afturvaldur, fari eg at seta mær sum mál at skerja innflytaratalið eina helvt, segði Sarkozy í gjárkvøldið.

Franski forsetin segði, at teir mongu útlendingarnir máa støðið undan samhaldsfestinum í samfelagnum, og at Frakland hevur hvørki bústað, arbeiði ella skúlar til teir mongu útlendingarnar, sum koma til landið.