Løgmaður hevur svarað, at allar lógir skulu haldast, og álíkavæl kemur Útvarpið ídag, trettanda við, at onki er avgjørt um tunnilin. Álvaratos - er tað ikki enn siva inn hjá tykkum journalistum í Útvarp Føroya!!!.- At 23 framskygdar sálir stemmaðu fyri einari løgtingslóg, ið sigur, at Sandoyartunnilin skal byrja 1. november 2009. Tey sum ikki atkvøddu ella atkvøddu ímóti – tað fer væl, at vera teirra afturhaldni – at tey ikki tora at trúgva upp á framtíðina í Føroyum.
Tað tykist mær løgi, at vit skulu blíva roknaði út í pengum pr. høvd – hvat vit kosta. Taka vit eina oyggj í landinum; Kallsoyggin. Har eru fýra tunlar og frálík ferjulega, og har búgva einans 120 fólk. – Men tað skal so avgjørt vera teimum væl unt! Hvussu langt síðani er tað ikki, síðani oyggjar í vakra landi okkara blivu saman bundnar við Borðoynna. Bæði Viðoyggin og Kunoyggin, og allir tunlarnir har norðri, og hvussu nógvir tunlar hava ikki bundið landið saman runt um í Føroyum, ja enntá farnir framvið okkum og suður til Suðuroyar, meðan vit liggja við vandafullum vegum og ikki hava fingið inn í eyga.
- Men tað haldi eg, ongin er í iva um, at vit hava øll her í oynni goldið okkara ríkiliga part, men tað gera vit fegin, tí vit vilja øllum landsmonnum okkara alt tað besta.
- Tí vil eg siga við fjølmiðlarnar, at tað er ikki neyðugt við meira tosi um Sandoyartunnilin. Nú er at finna eina skilagóða fígging. Løgtingslógin sigur greitt, at hann skal byrja 1. november 2009 og harvið verður tað. Annars vil eg ynskja nýggja Løgtinginum og Landsstýrinum alt tað besta og eina hepna hond at stýra landi okkara.