Ov lítil tíð at koma í dýpdina

Løgmaður harmast um, at ov lítil tíð er sett av til annað umfar av ríkisrættarligu samráðingunum millum Føroyar og Danmark

John Johannessen


Løgmaður harmast um, at ov lítil tíð er sett av til annað umfar av ríkisrættarligu samráðingunum millum Føroyar og Danmark. Fyrsti fundurin verður í forsætismálaráðnum í Keypmannahavn týsdagin 2. mei frá klokkan hálvgum tvey seinnapartin til klokkan níggju á kvøldi. Hetta heldur løgmaður vera alt ov stutta tíð hjá pøtunum til at koma í dýpdina av sáttmálauppskotinum.

? Tað er harmiligt, at vit ikki kunnu koma rættuliga á glið við samráðingunum, sigur løgmaður, sum til fánýtis hevur roynt at fáa danska forsætisráðharran at seta meira tíð av til fundin.

Trupulleikin hjá Poul Nyrup Rasmussen er, at hann skal til almenna vitjan í Kina beint efir samráðingarfundin, og tí hevur hann ikki møguleika at leingja hann.

Løgmaður sigur seg kortini hava góðar vónir fyri at fáa nakað burtur úr fundinum. Hann vísir á, at landsstýrið hevur fleiri hundrað modell um ymisk sløg av búskaparligum skiftistíðum klár at leggja fyri donsku stjórnina. Men kortini væntar Anfinn Kallsberg, at samráðingarnar fara at verða beinharðar.