Ov lítil svøvnur gevur børnum ADHD-eyðkenni

Foreldur og børn: Fær barnið ov lítlan svøvn, kann tað fáa somu sjúkueyðkenni sum børn við ADHD. Hetta vísir ein nýggj og umfatandi kanning av svøvnvanunum hjá børnum.

Nú er slutt við at vera leingi uppi fríggjakvøld og leygarkvøld. Foreldur gera børnum eina bjarnatænastu við at halda teimum uppi um hvøldarnar. Harafturímóti eru fastar songartíðir nakað av tí besta, tey kunnu geva børnunum. Eisini í ferium og í vikuskiftum!

Hetta sigur ph.d. og 1. reservalækni, Allan Hvolby, sum er barnapsykiatari á Barna- og ungdómspsykiatrisku deild í Esbjerg. Hann hevur staðið á odda fyri einari unfatandi kanning um sovivanar hjá ADHD-børnum og øðrum børnum.


Frísk børn vísa sjúkutekin

Í kanningini verður staðfest, at donsk børn í miðal sova ein tíma ov lítið hvørja nátt, og at hetta kann hava við sær, at børnini fáa somu sjúkueyðkenni, sum børn við ADHD (fyrr DAMP).

Børn við hesum sjúkuteknum hava ófrið á sær, hava ilt við at hugsavna seg og at læra nýtt. Hesi somu tekin vísa frísk, men móð, børn.

– Tað ávirkar bæði innlæring og atburð, um børn ikki fáa nóg góðan svøvn. Børnini verða kropliga ófriðarlig og hava ilt við at savna seg um nakað, og tað gevur stórar trupulleikar, sigur Allan Hvolby.

Hann vísir eisini á, at aðrar kanningar vísa, at triðjahvørt barn, sum hevur vánaligar svøvnvanar, av foreldrunum verður skírt at vera atferðartrupult.

- Men í veruleikanum snýr tað seg bara um, at tey uppføra seg soleiðis, tí tey sova ikki nóg nógv ella væl, siger Allan Hvolby.

So spurningurin er, hvør tað er, sum er atferðartrupul: Børnini ella foreldrini, sum ikki koyra børnini í song?

- Foreldur, sum eiga børn við hesum teknum, kunnu hóskandi hyggja eftir svøvnvanunum hjá børnunum. Bara ein tími í undirskoti kann hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum, sigur serfrøðingurin.


Kann skaða heilsuna

Hann er ikki einsamallur um hesi sjónarmið. Svøvnserfrøðingurin, Søren Berg, leiðari á norðurlendsku svøvnklinikkini Scansleep, sigur við Politiken, at børn eru sera viðbrekin, um tey fáa ov lítlan svøvn.

- Fyrst verða tey ófriðarlig og grenjutt. Aftan á eina tíð gongur svøvsmangulin út yvir evnini at læra, og í síðsta enda kann ov lítil svøvnur fáa avleiðingar fyri heilsuna hjá barninum, sigur Søren Berg.

Hann greiðir frá, at børn framleiða eina rúgvu av týdningarmiklum hormonum, tá tey sova. Hormonir, sum hava týdning fyri vøkstur og evnini at nøra seg. Tí kann undirskot av svøvni ávirka hesi hormon.


Foreldrini hava skyldina

Í kanningini skuldu granskararnir kanna sovivanarnar hjá ADHD-børnum. Til endamálið var neyðugt at samanbera við frísk børn.

– Kanningin vísir, at bert í umleið 8 prosentum av førunum var tað ein medisinsk orsøk til, at annars frísk børn ikki sova normalt. Tað vil siga innan fyri ein hálvan tíma og at tey so sova alla náttina, sigur Allan Hvolby. Í øllum hinum førunum er tað hvørki ein kropslig ella sálarlig orsøk til, at børnini ikki fáa sovið.

- Her havi eg varhugan av, at orsøkin er, at foreldrini ikki finna útav at leggja børnini at sova ordiliga, sigur hann.


Fasta songartíðir

Fastar songartíðir eru sera umráðandi hjá børnum. Og serliga hjá teimum, sum frammanundan hava ilt við at sovna. Hetta sigur barnasálarlæknin Allan Hvolby.

- At tað tekur langa tíð at sovna er eitt tekin um, at barnið hevur eina vánaliga svøvnrútmu, sigur hann, og greiðir frá, at tað helst ikki skal taka meira enn 10-15 minuttir av sovna – ella hægst ein hálvan tíma.

- Tekur tað longri tíð, verður svøvninum ta náttina vánaligur. Eisini hóast tað tykist sum, at barnið svevur tungt og væl restina av náttini, sigur Allan Hvolby.


Sum eitt jetlag

Tað skal ikki nógv til fyri at oyðileggja svøvnrútmuna – bæði hjá børnum og vaksnum. Rútman verður stýrd av einum evni, sum eitur melatonin, sum verður framleitt í heilanum, tá vit sova. Verður rútman órógvað tríggjar av sjey døgum, verður framleiðslan av evninum óstøðug. Og tá verður svøvnrútman hjá barninum ongantíð støðug.

- Verður rútman brotin við trimum tímum, er tað tað sama sum eitt jetlag yvir tríggjar tíðarzonur, sigur Allan Hvolby, sum sigur seg skilja foreldrini, tá tey vilja hava børnini leingi uppi í vikuskiftinum, so tey kunnu vera saman við teimum.

- Men tað er ikki tað besta fyri barnið, staðfestir siger Allan Hvolby. Tó viðgongur hann eisini, at summi børn hava lættari við at regulera svøvnrútmuna enn onnur. Og at summi hava brúk fyri minni svøvni enn onnur.

- Tað er ikki so lætt at siga, tí tað sæst ikki altíð á barninum, at tað manglar svøvn. Men um barnið letur til at trívast og fær hugsavnað seg, er tað fínt. Men um barnið fær trupulleikar av at læra, er ófriðarligt og grenjutt, kann tað vera eitt hugskot at royna at fáa svøvnin í rættlag, sigur granskarin.


Sitat:

Um barnið hevur ófríð á sær, er grenjutt ella hevur ilt við at læra, kunnu foreldrini royna at fáa svøvnin í rætta legu.


FAKTA:


Sovitabell


1-2 ár: 13-14 tímar

3 ár: 10-14 tímar

4-5 ár: 10-12 tímar

6-9 ár: 10-11 tímar

10-11 ár: 9-10 tímar

12-14 ár: 9 tímar

15-18 ár: 8-9 tímar

Vaksin: 7,5 tímar


Kelda: Allan Hvolby, sálarlækni, Barna- og ungdómspsykiatrisk deild í Esbjerg


--


Góðir svøvnvanar


1. Hav fastar songartíðir hvønn dag, eisini í ferium og vikuskiftum. Ven barnið til longu frá fyrsta degi. (Men tað er kortini ongantíð ov seint at geva barninum góðar vanar.)


2. Ger tað sama hvørt kvøld. Til dømis at lesa eina søgu ella spæla eitt spæl, sum merkir, at nú er songartíð.


3. Ikki rykkja barnið úr einum spæli ella øðrum aktiviteti við orðunum ” Nú er songartíð”. Knappliga avbrotið kann ørkymlað barnið, so tað ikki fær sovið.


4. Legg ikki frítíðarítriv og ítrótt beint áðrenn songartíð. Adrenalinið tarnar barninum at sovna.


5. Sløkk alt, sum kann órógva svøvnin. So sum PlayStation, Nintendo, sjónvarp og fartelefon.


6. Summi børn verða móð sama tíðspunkt hvørt kvøld. Ein hálvan tíma seinni verða tey yvirtroytt og fáa ikki sovnað.


7. Ansa eftir, at barnið ikki liggur ov leingi vakið í songini. Tað kann venja seg við at vera klárvakið, beinanvegin tað leggur høvdið niðurat koddanum. Tit kunnu broyta hendan vanan við at leggja barnið, tá tað veruliga fær sovið, til dømis kl. 23. Flyt varliga songartíðina 10-15 minuttir aftur hvørt kvøld yvir fleiri vikur, til barnið sovnar eitt hóskandi tíðspunkt.


8. Blaka ikki barnið í song sum revsing, so tað ótilvitað setir songina í samband við nakað ringt.


9. Um songin eisini verður brúkt til spæl, kanst tú brúka so eitt teppi til at markera munin millum svøvn og spæl. Tak teppið av, tá barnið skal sova.


10. Gev barninum eina góða madrassu og hóskandi dýnu/kodda. Hitin í kamarinum skal vera umleið 18 stig, og ljósið skal vera sløkt. Ræðist barnið myrkrið, kanst tú heingja eina veggjalampu upp.

Keldur: Allan Hvolby, yvirlækni, og svøvnserfrøðingur Søren Berg, ScanSleep í Politiken.


--