Ov lítil kapping millum bankarnar

Danska kappingar- og brúkarastýrið vil hava størri kapping millum teir donsku bankarnar

Kappingar- og brúkarastýrið heldur, at bankarnir arbeiða meiri sum samstarvsfelagar enn sum kappingarneytar, og at tað eru viðskiftafólkini, sum gjalda ta vantandi kappingina við dýrum lánum og øðrum samskifti við bankarnar.

-Tað er ov lítil prískapping á bankaøkinum. Bankarnir leggja onga orku í at kappast, og tað er í roynd og veru ikki so løgið, tí teirra viðskiftafólk hugsa heldur ikki um tað, sigur stjórin í kappingar- og brúkarastýrinum, Agnete Gersing.
?Men bankarnir halda seg ikki gera nakað skeivt. Eftir teirra tykki er verandi kapping hóskandi. Harafturat hava kreppan og nýggj krøv til bankarnar gjørt, at teir hava verið noyddir at seta prísirnar upp, sigur Niels Storm Stenbæk, sum er búskaparfrøðingur hjá bankafelagnum.