- Ov lítil áherðsla á orðblind og lesiveik

Tað er ein sannroynd, at í nógv ár er ov lítil áherðsla løgd á at veita orðblindum og lesiveikum ta undirvísing og ta hjálp, sum kann tryggja orðblindum eitt heilt vanligt lív á jøvnum føti við onnur, sum ikki bera hetta brek.

Tað heldur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna.

Tað krevur serligan fakliga førleika at veita røttu undirvísingina til orðblind. Landsstýriskvinnan ásannar, at samanlagt hava tað verið ov fá, sum hava havt neyðugu fakligu førleikarnar at staðfesta orðblindni og at geva røttu undirvísingina. Tað er tørvur á fleiri fólkum við miðvísum førleikum.

- Tíðindaflutningurin, sum hevur verið seinastu tíðina um orblindni, ger vart við, at ov lítið verður gjørt fyri, at orðblindir næmingar kunnu luttaka í miðnámsútbúgvingum og í hægri lestri. Næmingar á miðnámsskúlunum hava rætt til hjálp, og vit hava í kunngerð ásett eina mannagongd um hjálp og stuðul. Neyðugt er at samskipa hjálpina, so at hon er sjónligari og virkar skjótari, sigur Helena Dam á Neystabø.

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur sett í verk eftirútbúgvingar innan lesing og skriving, herímillum orðblindni, fyri fólkaskúlalærarum. Eisini er skipað fyri orðblindalæraraútbúgving fyri lærarum í frítíðarundirvísingini og fyri lærarum í vinnu – og miðnámsskúlunum, og skúlaárini 2011/2012 og 2012/13 verður skipað fyri eftirútbúgving fyri allar fólkaskúlalærarar innan fakliga lesing og kunningartøkni.