Fyri okkum fíggjarnevndarlimum er spurningurin tó heilt greiður: Ov lítið er játtað til sjúkrahúsverkið, sum ongatíð er komið aftur á beint aftaná ógvusligu inntrivini í sambandi við kreppuna. Tá manglaðu pengar í landskassanum, tað ger tað ikki í dag!
At vísa á og brúka sum umbering frá landsstýrisins síðu, at ?hetta var karmurin eg fekk..? sum var tað ein nýggjheit, kanska komin úr erva ,er at fara ov lætt um spurningin, tí at tørvurin var væl størri, tað vistu bæði landsstýrislimir og fíggjarnevndarlimir. Harumframt hevði trivnaðarnevndin undir viðgerðini fleiri viðmerkingar til tølini, og minnilutin í trivnaðarnevndini vístu ítøkiliga við framrokningum í sínum tilmæli á, at tørvurin var nógv, nógv størri enn játtanin loyvdi.
Broytingaruppskotini
Tí kom minnilutin í fíggjarnevndini, sambands- og javnaðarumboðini, við broytingaruppskoti, har 11 mill. kr. vóru játtaðar meira til sjúkrahúsini. Víst varð á tilsvarandi sparingar m.a. til sjálvstýrisfyrisiting, studning til endurnýgging av fiskiskipaflotanum o.a.
Sum øllum kunnugt varð alt sópað av borðinum, sum minnilutin kom við í fyrsta umfari, t.v.s. við 2. viðgerð á løgtingi tann 16 december.
Norðoyatingmenn í samgongu fingu tó trumfað ígjøgnum, at játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús varð hækkað, og tað skal vera teimum væl unt, men munur var á vælvildini til hini bæði sjúkrahúsini, og tí fingu vit teir trupulleikarnar, sum vit hava sæð seinastu dagarnar.
Ein seinasta roynd at bøta um var gjørd við 3. viðgerð tann 20 december, og tá vóru nakrir samgongulimir vaknaðir, so nøkur av uppskotunum frá minnilutanum vóru samtykt í eitt sindur broyttum líki, men uppskotini um meirjáttanir til sjúkrahúsið í Suðuroy og Landssjúkrahúsið, ávikavíst 1,9 mill. og 4,5 mill. kr. vóru feld. Tað skal standa fast!
At nógvar umbønir um eykajáttanir koma heilt skjótt ivast vit í Sambandsflokkinum onga løtu í - tað gjørdu vit eisini vart við í viðmerkingunum í fíggjarnevndarálitinum.
Rakar tey óseku
Framferðarhátturin hjá sitandi samgongu er sera óheppin og rakar tey óseku.
Eitt av skjølunum, sum trivnaðarnevndin fekk undir viðgerðini av fíggjarlógini (og sum kann lesast á Internetinum) er skriv frá sjúkrahúsleiðaranum til Almanna- og Heilsumálastýrið dagf. 12 oktober . Her sigur sami leiðari í sambandi við møguligar sparingarm.a.: ??tað er tó heilt greitt, at við hesum fara vit aftur í ár inn í eina ringrás, har vit hótta starvsfólkið, og skulu vit taka gongdina undanfarin ár sum forsøgn, hevur tað verið uttan grund, tí at enda broyttist fíggjarkarmurin og eftir var bara ágangurin á starvsfólkini??
Søgan er við at endurtaka seg aftur í ár!
Okkara partur skal so ikki liggja eftir, um umbønir um eykajáttanir til hetta øki koma, men tað er átaluvert at farið verður fram á tann hátt, sum nýttur er.
Ikki er neyðugt at spyrja leiðandi landsstýrismenn okkara, hví soleiðis er vorðið. Vit kenna svarið!
Men okkara viðmerking er: nei - tað verður ikki betri, tá vit fáa fullveldi, tvørturímóti. !!
Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen, Sambandsflokkurin