Undanval hava verið í Nebraska og West Virginia í gjárkvøldið og í nátt.
Tað skuldi bara mangla, at Donald Trump vann undanvalini hjá republikanska flokkinum, nú øll hini valevnini hava trekt seg aftur. Hann vann tí eisini stórsigur í Nebraska, har hann fekk 61,4 prosent av atkvøðunum, og í West Virginia, har hann fekk 76,6 prosent av atkvøðunum.
Demokratarnir høvdu einans undanval í West Virginia og aftur hesa ferð megnaði sjálvútnevndi sosialisturin Bernie Sanders at knúgva fyrrverandi forsetafrúuni og uttanríkisráðharranum Hillary Clinton. Bernie Sanders fekk 51,4 prosent av atkvøðunum, meðan Hillary Clinton fekk 36 prosent. Hjá demokratunum eru tó øll undanvalini lutfalsval, sum vil siga, at hóast hann vann, fær Bernie Sanders einans tríggjar valdømismenn fleiri enn Hillary Clinton. Tað ger lítlan mun, alla ta tíð hon liggur yvir 300 valdømismenn framman fyri hann.
Bernie Sanders vil tó ikki geva skarvin yvir enn. Hann heldur seg hava góðan møguleika at sigra í fólkaríku og valdømisríku statunum California og New Jersey, har undanval verður í næstu viku, og hann ivast ikki í, at um so verður, og hann megnar at vinna nakrar statir afturat, vera fleiri av sonevndu superdelegatunum noyddir at endurumhugsa sín stuðul til Hillary Clinton. Tí ætlar hann sær at stríðast líka til landsstevnuna hjá demokratiska flokkinum.









