Í Katar er ógvuliga heitt um summarið. Hitin liggur ímillum 40-50 stig, og fólk halda tað vera alt ov heitt til at spæla fótbólt. Hósdagin og fríggjadagin høvdu FIFA ein fund í Zürich í Sveis, har teir kjakaðust um nær á árinum HM í 2022 skal spælast. Avgerðin fellir ikki fyrr enn HM 2014 í Brasil er av.
Longu nú, níggju ár frammanundan, kjakast fólk um HM í fótbólti yvirhøvur skal sleppa at vera í Katar, av tí so nógvur hiti er har um summarið. Hitin í Katar í juni og juli mánaði er ímillum 40-50 stig.
- Spælarnir mugu spæla í bestu umstøðunum fyri at spæla eitt gott HM, sigur FIFA forsetin Sepp Blatter.
Nøkur fólk vilja flyta HM í 2022 úr Katar, men FIFA hevur staðfest, at kappingin ikki verður flutt úr landinum. Ein møguleiki, sum FIFA ikki vil avvísa, er at flyta kappingina til um veturin. Um teir flyta kappingina yvirhøvur, er ikki avgjørt enn.
Ómøguligt at spæla
Fyrrverandi Manchester United og franski landsliðsleikarin, Louis Saha, sigur við BBC, at hann var í Katar í summar, og tað er ógjørligt at spæla fótbólt har.
- Eg var í Katar í summar, og tá var 48 stig. Trúgv mær, tað er ómøguligt at spæla slíkar dyst har, sigur hann við BBC.
Snýr seg um áskoðarar
Michael D’Hooghe formaður hjá FIFA av medicinsku deildini heldur, at spælararnir kunnu klára at spæla, tí Katar hevur lovað air-condition til leikvøllirnar, men er meir ørkymlaður um áskoðarnir.
- Eg eri vísur í, at Katar hava evnini til at fyrireika eina kapping, har liðini kunnu venja og spæla í hóskandi hitalagi, men tað snýr um áskoðararnar, sigur Michael D’Hooghe.
Arsenal venjarin, Arsene Wenger, sigur á einum tíðindafundi, at spælarnir fara at klára tað, men veit ikki hvørjar umstøður áskoðanir fáa.
- Fyri meg er tað rímiligt at spæla um veturin. Tað, sum hevur størst týdning, er tryggleikin hjá fólkunum, ið fara har, sigur hann.