Ein umfatandi kanning í Noregi kemur til ta niðurstøðu, at fólk, sum roykja meiri enn 15 sigarettir um dagin, missa í meðal hálvt fjórða ár av síni livitíð. Men tað er ikki bara royking, sum styttir lívið.
Kanningin vísir eisini, at feitur matur styttir lívið 1,4 ár, og at ov soltin matur styttið livitíðina 1,7 ár. Tann størsti tíðartjóvurin er ov høgt blóðtrýst, sum tekur í meðal fimm ár burtur av lívinum.
15.000 norðmenn hava verið við í kanningini, og granskararnir hava fylgt teimum í næstan 40 ár frá 1967 til 2005. Tað var arbeiðseftirlitið, sum bað um kanningina, og úrslitið hevur staðið í einum tíðarriti hjá teimum norsku læknafeløgunum.