Dagny Joensen
Tað er eingin gamansleikur at gerast eldri. Heilsan viknar, eyguni og oyruni fara at bila, eins og rørslurnar - bara tað at ganga um gólvið, kann gerast ein avbjóðing. Torført er at matgera, annaðhvørt tí tey eldru ikki orka longur, ella ongan matarlyst hava. Hvat reingerð viðvíkur, so er tað eisini av byrða. Heimahjálpin eru nú skorin niður til ein tíma 14. hvønn dag. Hvør av okkum vildi búð í rúmum, sum bert verða neyðturvuliga vaskað 14. hvønn dag? Tey eldru gerast ótrygg og tora illa at vera einsamøll, men tað noyðast tey! Tað hava almennu Føroyar skipað fyri.
Eftir langt og strævið lív, og eftir at hava verið við til at byggja hetta samfelagið upp og goldið hvørjum sítt, kundu tey eldru av røttum og við góðari samvitsku lena seg aftur á og sagt: "Vit hava gjørt okkara, gerið tit nú tykkara".
Tað gera tey eldru bara ikki, tí tað hevur ongantíð verið teirra leiklutur í lívinum at krevja.
Tað vita landsins myndigleikar væl, og tí er tað so lætt at skarva av tí lítla, sum vælferðin hevur at bjóða teimum eldru, hóast tey, sum eru gomul í dag hava verið við til at skapa vælferðina.
Er hetta tøkkin tey eldru fáa, tey sum eru so mikið fræg, at tey eru millum okkum enn?
Hjartaleyst og óvirðiligt
Tá eg hoyrdi tíðindini í gjár, helt eg, at hetta mundi fara at laga seg. Tað kundi bara ikki lata seg gera at bjóða okkara eldru og veiku slíka viðferð.
Í dag er støðan ein onnur. Í morgun ringdi starvsfólk og segði, at mamma fór heim í dag, og at Dagstovnurin hervið verður stongdur.
Gamla mamma mín, sum verður 90 ár um ein mánað, sleppur ikki longur í dagstovnin á Lágargarði. Hvussu skulu vit greiða henni frá hesum, so at hon kann skilja tað, veit eg ikki, men eg veit hvørjar avleiðingar hetta fær fyri hana.
Hon skal ikki longur fara glað og takksom upp hvønn morgun, gera seg til reiðar til taxabilurin kemur eftir henni, og koyra hana á dagstovnin at hitta hini, sum hon dagliga er saman við.
Hon skal ikki longur fegin og móð seta seg í hvíldarstólin heima í stovuni, tá hon eftir hendingaríkan dag kemur heimaftur til sín sjálvs.
Hon fer helst ikki brosandi at siga frá ymsum á dagstovninum, tá hon kemur at vitja okkum. Tann gerandisdagurin, sum higartil hevur verið so væl skipaður, bæði fyri mammu og okkum børn hennara, verður fullkomiliga broyttur. Tað er vist.
Tryggleikin á dagstovninum
Avgerðin at niðurleggja dagstovna- og matskipanina er ein háðan móti teimum gomlu og teimum, sum eru um tey í gerandisdegnum. Ikki minst fyri okkum avvarðandi, sum hava kent stóran tryggleika at vita okkum, at mamma var í góðum hondum, meðan vit vóru til arbeiðis.
Vit, sum eiga eldri foreldur í dag, eru heldur ikki ung longur, og hava okkara at gera, umframt sjálvandi at veita okkara gomlu umsorgan. Tað gera vit við gleði, men tað verður trupulleiki at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind hereftir.
Tað er óskiljandi at eitt lítið land, við nøkrum fáum túsund gomlum fólki, ikki hevur ráð at veita teimum eldru bert eitt vet av innihaldi í gerandisdegnum á lívskvøldi teirra.
Tað besta, sum kundi henda mammu okkara, var, at hon slapp á dagstovnin á Lágargarði. Hon kann búgva heima hjá sær, sum avgjørt er besta loysnin hjá henni, og samstundis vera saman við hinum eldru um dagin.
Besta og bíligasta loysn
Dagstovnaskipanin varð gjørd fyri at geva eldri fólki innihald og upplivingar í gerandisdegnum. Skipanin hevur til fulnar staðið sína roynd. Eg ivist onga løtu at henda skipanin leggur fleiri ár til livialdurin hjá teimum eldru. Hon varð gjørd fyri at tey eldru skulu verða heima sum longst,. Tað sparir um ellis- og røktarplássini, ið kosta hópin meira enn nakrar mió. krónur, sum dagstovnaskipanin kostar. Tað mest umráðandi í hesum málinum er, at dagstovna- og matskipanin virkar, men eisini, at hon sparir landinum fyri risastórar upphæddir.
Um samfelagið skal spara, kann tað ivaleyst gerast fleiri aðrastaðni. Tað mugu landsins kostnu kvinnnur og menn syrgja fyri. Tey eru jú fólksins umboð, og vónandi eisini umboð fyri tey eldru, sum hava valt tey inn í tingið.
Vit kunnu stutt sagt ikki sýna okkara eldru so lítla virðing, at tey skulu sita einsamøll inni hjá sær sjálvum og bíða eftir at sleppa úr hesum ótakksama samfelag.