Ov gamlir brandbilar

Ein brandbilur hjá Eysturkommunu steðgaði upp ávegis at sløkkja ein eldsbruna í Norðragøtu fríggjakvøldið.

 

Ávegis til eldsbrunan í Norðragøtu um vikuskiftið steðgaði eini brandbilurin hjá sløkkiliðnum í Eysturkommunu á veg at sløkkja eldin.

 

Trygvi Jóhanson, varaleiðari á sløkkiliðnum í Eysturkommunu, greiðir fyri in.fo frá, at trupulleikin var, at ein oljutilførsil til motorin var loysnaður, og tí steðgaði bilurin upp.

- Hatta er eitt hendiligt óhapp fyri hasar motorarnar, siga bilmekanikarar, men tað skal eisini havast í huga, at bilurin er 35 ára gamal, sigur hann.

 

Sløkkiliðið í Eysturkommunu hevur tveir aðrar bilar, har annar er yvir 30 ára gamal og hin er eini 7 ára gamal.

- Tað er tíverri so, at bilarnir vera alt ov sjáldan útskiftir. Í hesum førinum vóru hinir báðir bilarnir skjótir á staðnum, so hetta hevði onga ávirkan á sjálvt sløkkiarbeiðiði, sigur Trygvi Jóhanson.

 

Hann rósar annars sløkkiliðsmonnunum, at teir bóru so skjótt at fríggjadagin.

- Teir vóru á veg innan sjey minuttir, eftir at vit fingu fráboðanina um eldsbrunan, so tað gekk skjótt og væl, sigur Trygvi Jóhanson.