Ein maður, sum ætlaði sær av landinum við flogfarinum hjá Atlantsflogi seinnapartin í gjár, varð steðgaður, tí mett varð, at viðkomandi var ov fullur at sleppa í flogfarið.
Tey, sum varða av ferðafólkunum hjá Atlantsflogi, søgdu, at maðurin annars var róligur, men kortini gjørdu tey av at ringja til løgregluna, tí maðurin skuldi útaftur av farstøðini.
- Tá vit fóru eftir manninum, var eingin ivi um, at maðurin var fullur. Kortini var hann ikki so fullur, at hann ikki visti, hvat hann gjørdi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Løgreglan bjóðaði sær at finna manninum innivist í Vágum til í morgun, men, tað vildi maðurin ikki.
- Ístaðin segði hann seg hava góð klæðir, so hann ætlaði sær bara at vera onkustaðni har uttanfyri til í morgun, tá hann so ætlaði sær í flogfarið, sigur vaktleiðarin.