Ov fá uppstillað til eldraráðsvalið

Valið til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu er útsett

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi í gjár at útseta valið til Eldraráðið. Arbeitt hevur verið við at fáa skipað val til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu, sum ætlandi skuldi vera tann 11. oktober 2024. Fimm limir skulu veljast í Eldraráðið, og 3 varalimir.

 

Tá freistin at stilla upp var farin 12. september 2024, høvdu bert trý fólk boðað frá, at tey ynskja at stilla upp. Til seinasta val í 2020, var eisini trupult at fáa fólk at stilla upp.

 

Mett verður, at um freistin at stilla upp til Eldraráðið verður longd, kemur eldraráðsvalið at liggja tætt upp at býráðsvalinum í november. Tí er avgjørt at útseta eldraráðsvalið og nýta høvi at endurskoða skipanina og viðtøkurnar fyri Eldraráðið, sum møguliga ikki eru nóg greiðar.

 

Eldraráðið varð sett á stovn í 2006. Endamálið hjá Eldraráðnum er at ráðgeva býráðnum við eldrapolitikki.

 

Valskeiðið hjá Eldraráðnum endar 31.desember í ár.