Ov fáir jødar í Ísrael

Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, vil hava eina millión jødar í øðrum londum at flyta til Ísraels næstu árini. Spurningurin er bara, hvaðani teir skulu koma

Fyri nøkrum døgum síðani boðsendi Ariel Sharon fleiri ráðharrum og serfrøðingum av ymsum slagi til fundar. Evnið var, hvat kann gerast fyri at fáa umleið eina millión jødar í øðrum londum at flyta til ísraels tey næstu árini. Tað skrivar blaðið Haaretz.

Sambært blaðnum kom fundurin ikki til nakra beinleiðis niðurstøðu, men avgjørt varð, at stjórnin skal leggja eina ætlan, sum skal viðgerast á einum fundi, sum verður í juni.

Hagtølini hjá ísraelsku myndugleikunum vísa, at í fjør fluttu 24.434 fólk til Ísraels. So lítil hevur tilflytingin ikki verið síðani í 1989, og higartil í ár eru bert 2.650 útlendskir jødar fluttir til landið. Sambært Haaretz hava embætismenn hjá stjórnini roknað seg fram til, at í besta føri kann talið á innflytarum fáast upp á umleið 70.000 í 2010.

Tá Sovjetsamveldið syndraðist, valdu nógvir jødar í Russlandi og øðrum fyrrverandi sovjetlýðveldum at flyta til Ísraels, men nú vísa hagtølini, at minst 50.000 jødar eru fluttir aftur til Russlands. Orsøkin er sambært Haaretz, at tilflytararnir hava havt ilt við at fáa arbeiði, og at viðurskiftini í Ísrael eru ikki nóg trygg. Harafturat er tað ein veruleiki, at tað eru ikki allir ísraelsmenn, sum halda so nógv av tilflytarunum.

Orsøkin til ætlanina hjá Sharon og stjórnini at fáa fleiri útlendskar jødar til Ísraels er, at jødarnir eru í ferð við at koma í minniluta í økinum. Framrokningar hjá myndugleikunum vísa, at um tíggju ár verða fleiri palestinar enn jødar í tí gamla Palestina, sum í dag umfatar Ísrael, Vestara Áarbakka og Gaza-geiran.

Eisini í sjálvum Ísrael er tann jødiski parturin av fólkatalinum minkandi. Í dag eru 1,7 millión ísraelskir ríkisborgarar muslimar, og meðan jødiski parturin av fólkinum vaks 1,4 prosent í fjør, vaks tann muslimski parturin 3,4 prosent.