Saudiarabia, sum í stóran verður stýrt av harðrendu muslimsku sharia-lóggávuni, hevur fingið ein trupulleika, tí trot er á bøðlum til avrættingar.
Alsamt færri mannfólk í Saudiarabia hava hug at hava sum starv at høgga høvdið av medmenniskjum sínum við svørði, og teir fáu bøðlarnir, sum eru eftir, mugu ferðast runt landið at arbeiða undan, um so kann sigast.
Tí umhugsað myndugleikarnir at ganga aðrar leiðir og loyva avrætting við skjóting, sum teir lærdu muslimarnir halda vera í tráð við koranina, tá eingin annar avrættingarmøguleiki er.
Higartil í ár eru í minsta lagi 40 menniskju avrættað í Saudiarabia, og í alt fjør var talan um 76 fólk, sum mistu høvdið í muslimska landinum.