Ov fá ferðafólk vitja Danmark

Danir duga ikki nóg væl at fáa fatur á útlendskum ferðafólki, og nú vísir ein uppgerð, at hesi vantandi evnini kosta danska samfelagnum 10 milliardir krónur í umsetningi og 16.000 arbeiðspláss. Tað er ráðgevingarfelagið Copenhagen Economics, sum hevur gjørt uppgerðina.

Uppgerðin vísir, at tey seinastu tíggju árini er tað á útlendingum, ið vitja Danmark sum ferðafólk, minkað 20 prosent. Í sama tíðarbili hava grannalondini Svøríki og Týskland fingið ávikavist 26 og 33 prosent fleiri útlendsk ferðafólk.

Copenhagen Economics sigur, at verða danir líka dugnaligir sum grannarnir at fáa fremmand ferðafólk í komandi árum, verða gestirnir 17 prosent fleiri í 2015 enn nú, og tað fer at geva meiri enn 9.000 arbeiðspláss afturat teimum verandi.