Ov fáar royndir

Vónbrotið var stórt hjá Tjaldri eftir taptu finaluna, men nú verður fokus sett á landskappingina

Hondbóltur

 

Guðrun í Lágabø er ein av fáu spælarunum hjá Tjaldri, sum hevði spælt finaludyst undan leygardegnum.

Hetta var triðja ferðin, at hon stóð sum tapari av dystinum, og vónbrotið var sera stórt, tá heiðursmerkini vórðu handað.

- Hetta var sjálvandi ikki meiningin. Vit ætlaðu sjálvandi at vinna, men tað skuldi bara ikki ganga í dag.

Hvør var orsøkin?

- Tær hava kanska breiðari og royndari hóp, enn vit hava. Og tá tær mansverja megna aðrar á okkara liði ikki í nóg stóran mun at taka yvir. Og so er tað sjálvandi eisini ein smeitur fyri okkum, at Annika noyðist av vøllinum. Hon hevur sera nógv at siga fyri okkum, og kanska var júst tað avgerandi løtan í dystinum, sigur Guðrun í Lágabø.

Men steypakappingin er ikki einasta kappingin á skránni. Er tað landskappingin, sum fær tykkara fokus nú?

- Tað verður tað sjálvandi. Okkara partur skal so ikki liggja eftir, og klára vit at koma í eina finalu afturat, ætla vit sjálvandi at vinna hana, sigur Guðrun í Lágabø.