Outlandish hava havt nakrar framførslur í Føroyum seinastu árini. Teir eru kendir fyri sín fleirmentaða popp og hava havt fleiri hitt á okkara leiðum. Teir eru upprunaliga úr Marokko, Honduras og Pakistan, men saman verða teir roknaðir sum ein danskur poppbólkur.
Ein av sangarunum í bólkinum vitjar í Føroyum um vikuskiftið. Tað er Isam B, sum verður gestasangari í Rex leygarkvøldið. Hann fer at syngja narkrar sangir hjá Outlandish. Tá fer eisini Páll Finnur Páll at spæla, og Sebastian frá Paradise Hotel verður gestabarrvørður.