Teir eru upprunaliga úr Marokko, Honduras og Pakistan, men saman verða teir roknaðir sum ein danskur poppbólkur, og í næstu viku vitja teir føroysku tjóðarhátíðina.
Outlandish, sum tóku síni fyrstu ferð í 1997, teljast millum stóru nøvnini í donskum tónleiki seinastu 10 árini. Bólkurin hevur eisini megnað at vunnið fram uttanfyri Danmark. Millum kendu sangirnar hjá Outlandish eru Aicha, Guantanamo, Kom Igen og Kun Min. Eisini hevur Outlandish vunnið nógvar virðislønir fyri sín tónleik.
Tónleikurin hjá Outlandish verður av summum kallaður multietniskur hip-hop – men í øllum førum er talan um eitt frískt slag av poppi. Tekstirnir er spanskir, danskir, enskir, urdu og á arabiskum.
Outlandish hava vitjað í Føroyum einaferð áður, tað var á G! Festivalinum í 2006, tá ið teir komu nakað seinkaðir til landið og fóru á pallin seint á náttini. Tá vístu teir, at teir hava ein vælsmurdan poppmotor.
Bólkurin hevur verið síðani, skrivað nýggjan tónleik, givið út og spælt víðahvar, og teir hava tí lagt nógv afturat, síðani teir vitjaðu í Føroyum seinast.
Rex og Tjaldið
Outlandish fer at hava tríggjar framførslur á ólavsøku.
Ólavsøkuaftan spæla Outlandish í Ólavsøkutjaldinum á Skálatrøð. Har fara eisini Eyðun & Terji og ein plátuvendari at undirhalda. Sama kvøld spæla Outlandish eisini á dansistaðnum Rex í Havn, og har verða teir stuðlaðir av DJ Cool.
Ólavsøkudag er Outlandish aftur á pallinum í Ólavsøkutjaldinum, og tá spæla Eyðun & Terji eisini.
Ólavsøkudag hevur Rex dans til tey meira tilkomnu, tí tá fer Hallur Joensen fyri fyrstu ferð at spæla til dans í Rex. Tað verður eftir midnáttarsangin.