Outlandish í FIFA 07

Fyrr í ár gjørdu Outlandish um seg á G!Festivalinum, men nú er greitt, at bólkurin í næstum fer at leita sær inn í stovuna hjá nógvum føroyskum børnum, unglingum og monnum, eins og stovur kring allan heim.

Í nýggjastu útgávuni av fótbóltspælinum FIFA, ið eitur FIFA 07  er lagið Kom Igen eitt av løgunum, ið er á ljóðsporinum, skrivar Ekstra Bladet. Spæli, ið kemur bæði til teldur og spælimaskinur sum PS2, PSP, XBOX og Game Cube, er sera vælumtókt, og eisini her heima verður tað spælt av nógvum. FIFA 07 er gjørt av EA Sports og verður at fáa í handlunum í september.