Tá føroysku fólkatingsmenninir í gjár skipaðu fyri mentanartiltaki á Christiansborg, varð eitt nú borðreitt við føroyskum makreli.
Henda mat er ikki loyvi at flyta inn í Danmark, men tað helt kortini ikki fólki aftur.
Gourmet-kokkurin Leif Sørensen frá Koks borðreiddi við 1100 smakkiroyndum av makreli og laksi – og eftir stuttari tíð var alt etið.
Milum tey, sum fingu sær, vóru fleiri kendir danskir politikarar.
Á myndini er tað Johanne Schmidt-Nielsen úr Eindarlistanum, sum roynir bannaða makrelin.