Fitt av roki hevur verið millum fólk í Norðoyggjum og fólk í Eysturkommunu um eina hending í dystinum millum KÍ og Víking, sum KÍ vann 2-0 við Djúpumýru í Klaksvík farna sunnudag.
"Bláa Bylgjan" - fjepparafelagið hjá KÍ - er sterkasta og best mannaða fjepparafelagið í landinum, og eins og undanfarnu árini gjørdu tey sítt besta at stuðla KÍ, syngja og at seta lív við nøkrum øðrvísi sangum, sum eisini Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi dugdi at virðismeta.
Tó var ein hending, sum Otto Jacobsen, oddamaður hjá Bláu Bylgjuni er harmur um. Á Rás2 fyri løtu síðani greiddi Otto Jacobsen frá, at gjøgnum dystin høvdu tey sæð Víkingar liggja á vøllinum, og tey í Bláu Bylgju høvdu sungið: "Reis teg upp, reis teg upp". Í teimum førunum gekk bara ein lítil løta, so høvdu spælararnir hjá Víkingi reist seg uppaftur og spældu víðari.
Tó ásannar Otto Jacobsen, at tað var ein hending, har tey í Bláu Bylgju ikki vóru nóg vakin, og tað var tá Jákup Vatnhamar Olsen hjá Víkingi lá á vøllinum, og tey fóru aftur at syngja: "Reis teg upp, Reis teg upp". Tað gekk tó rættiliga skjótt upp fyri teimum í Bláu Bylgju, at talan var um ein álvarsaman tilburð, tá Jákup Vatnhamar Olsen mátti berast út á børu. Tey í Bláu Bylgju góvust stundisliga at syngja, og reistu seg øll upp at klappa Jákup Vatnhamar Olsen út av vøllinum.
Otto Jacobsen biður Jákup Vatnhamar Olsen um umbering fyri hendingina. Verturin í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 hevur eisini givið Otto Jacobsen eina umbering fyri, at hann ikki fekk høvið at greiða frá tilburðinum farna sunnudag, aftaná ákærur vóru reistar ímóti honum og Bláu Bylgju fyri at syngja og rópa tað, sum av røttum ikki átti at verið sungið og rópt.
Otto Jacobsen undirstrikar, at tey í Bláu Bylgjuni ynska bara góðan stemning og stuttleika til dystirnar hjá KÍ, og hesa stevnu halda tey fast við í fjepparafelagnum hjá KÍ, har tey restina av kappingarárinum fara at gera sítt ítarsta at stuðla KÍ í hvørjum dysti FM-favorittarnir skulu leika.