Otto Leisner deyður

Tann kendi danski sjónvarpsverturin Otto Leisner er deyður Otto Leisner var í mong ár ímyndin av undirhaldi á danska sjónvarpsskíggjanum, og hansara sendingar í DR savnaðu flestu danir framman fyri sjónvarpinum leygarkvøld.

Otto Leisner byrjaði í Danmarks Radio miðskeiðis í fimmtiárunum, og tey næstu árini gjørdist hann sera avhildin fyri sendingar sum ?Pladeparaden?, ?Fup eller Fakta?, ?Kryds og Bolle? og aðrar. Hansara sendingar vóru sera einfaldar og fólksligar, og tað hóvaði hyggjarunum.

Otto Leisner var 91 ára gamal, nú hann doyði.