Tá Eyjafjallajøkul goysti fyri fýra árum síðani, legði hetta hetta stóran part av flogferðsluni kring alt Europa lamna.
Og tað verður ikki útilokað, at sama skil kann gera seg galdandi, um Bárðarbunga nú fer at goysa.
Seinastu dagarnir hevur talan verið um støðugt vulkanskt virksemi undir Bárðarbungu, og nú verður sagt, at tað er meira enn 50/50 møguleiki fyri, at talan verður um gosfjall.
Ein mátistøð er sett upp nærhendis Bárðarbungu, og nú er staðfest, at talan er um nógv vulkanskt virksemi á leiðini. Fleiri skjálvtar hava eisini verið, men enn ber tó ikki til at staðfesta, um talan verður um eldgos.










