Óttast handtøkur eftir russiskan LGBT-dóm

Hægstirættur í Russlandi ehvur í dag bannað »altjóða LGBT-rørsluna« og stemplað hana sum »víðgongda«.

Russiski hægstirættur brúkti í dag um fimm tímar at siga dómin í LGBT-málinum. Sjálv rættargongdin var afturlatin fyri miðlunum. Men journalistar fingu møguleikan at lurta, tá dómurin varð lisin. - Foto: Reuters

Tað skrivar fleiri altjóða tíðindastovur, millum annað Reuters og AFP.

Umboð fyri LGBT+ persónar óttast sambært Reuters, at tað fer at føra til handtøkur og rættarfylging.

Tað er tó ikki greitt, um dómurin fær avleiðingar fyri ávísar persónar ella bara fyri felagsskapir.

Ein dómari ger greitt sambært AFP, at »altjóða LGBT-rørslan og tess undirdeildir« nú verða mettar sum »víðgongdir felagsskapir«.

Avgerðin fær gildi alt fyri eitt, siga dómararnir. Dómurin kemur eftir eina áheitan úr russiska løgmálaráðnum.

/ritzau/