TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr hvat stóra unga málhetjan hjá Manchester United, tann bert 18 ára gamli Marcus Rashford hevði at siga aftaná minniliga 3-2 sigurin hjá Manchester United á Arsenal, har Marcus Rashford skoraði tvey mál, og legði upp til tað triðja málið. Vit hoyra eisini hvat Manchester United veteranurin Michael Carrick hevði at siga aftaná dystin.
18 ára gamli Marcus hevur bara spælt tveir dystir fyri besta liðið hjá Manchester United, og í báðum hevur hann skotið tvey mál. Hóskvøldið skeyt hann tvey mál ímóti FC Midtjylland í Europa League. Bæði ímóti FC Midtjylland hóskvøldið, og ímóti Arsenal í dag skoraði hann við tí fyrsta skotinum hann hevði uppá mál. Ein ótrúlig søga, og hann var eisini uppiborið valdur til "Man of the Match" í dag.











